Dupultkonsert við Lyon og Esmar í Gamla skúla í Sørvági
- Datum:
- Sonntag 27 Oktober 2024 19:00
- Ort:
- Gamli skúli í Sørvági
Tickets kaufen
Lyon OG Esmar! Við hvør sínum bólki! Ein prísur, tvær konsertir, sama kvøld!
Dupultkonsert verður í Gamla skúla sunnukvøldið 27. okt. kl. 19:00.
Annar er sangskrivarin og troubadururin úr Gøtugjógv, Lyon Hansen. Við síni eyðkendu rødd og gittarspæli borðreiðir hann við gomlum amerikonskum fólkasangum, slitnum blues tónum úr sumpinum í Alabama, og sínum egnu løgum, sum snúgva seg um alt frá kærleika, sorg og busstúrum norð í myrkri.
Við sær á palli hevur hann Karl Andrias Stóra á bassguitar og Kristian Paula Ellefsen á keys.
Hin er sangarin og sangskrivarin Esmar P. Fagraberg úr Miðvági. Esmar skrivar sangir, við íblástri úr lívsins fjølbroyttu støðum, tíðum og frábrigdum. Evnir, ið verða viðgjørd í sangunum eru millum annað, vón, sorg, gleði, kærleiki og trúgv. Sangirnir fevna breitt, alt frá friðarligum popp kendum tónum, til harðari og meira rokkuttan tónleik.
Esmar P. Fagraberg: Sang og guittar
Kirstin T. Fagraberg: Sang
Niels Petur Fagraberg: Trummur
Rógv Johannesen: Bass
Terje Johannesen: Guittar
Dyrnar lata upp kl 18:30.
Áðrenn konsertina og í steðginum selur Kovin mitt í Bygdini kaffi og ymiskt leskiligt afturvið.
Verið hjartaliga vælkomin, og bjóðið endiliga onkrum við.
Veranstaltung teilen
Fyriskipari
Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
https://www.facebook.com/gamliskuli?mibextid=YMEMSu