Dupultkonsert við Lyon og Esmar í Gamla skúla í Sørvági

Dagur:
Sunnudag 27. oktober 2024 19:00
Staður:
Gamli skúli í Sørvági

KEYP

Lyon OG Esmar! Við hvør sínum bólki! Ein prísur, tvær konsertir, sama kvøld!
Dupultkonsert verður í Gamla skúla sunnukvøldið 27. okt. kl. 19:00.

Annar er sangskrivarin og troubadururin úr Gøtugjógv, Lyon Hansen. Við síni eyðkendu rødd og gittarspæli borðreiðir hann við gomlum amerikonskum fólkasangum, slitnum blues tónum úr sumpinum í Alabama, og sínum egnu løgum, sum snúgva seg um alt frá kærleika, sorg og busstúrum norð í myrkri. 

Við sær á palli hevur hann Karl Andrias Stóra á bassguitar og Kristian Paula Ellefsen á keys.


Hin er sangarin og sangskrivarin Esmar P. Fagraberg úr Miðvági. Esmar skrivar sangir, við íblástri úr lívsins fjølbroyttu støðum, tíðum og frábrigdum. Evnir, ið verða viðgjørd í sangunum eru millum annað, vón, sorg, gleði, kærleiki og trúgv. Sangirnir fevna breitt, alt frá friðarligum popp kendum tónum, til harðari og meira rokkuttan tónleik.

Esmar P. Fagraberg: Sang og guittar
Kirstin T. Fagraberg: Sang
Niels Petur Fagraberg: Trummur
Rógv Johannesen: Bass
Terje Johannesen: Guittar

Dyrnar lata upp kl 18:30.

Áðrenn konsertina og í steðginum selur Kovin mitt í Bygdini kaffi og ymiskt leskiligt afturvið.

Verið hjartaliga vælkomin, og bjóðið endiliga onkrum við.

Deil tiltakið

Dupultkonsert við Lyon og Esmar í Gamla skúla í Sørvági

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
https://www.facebook.com/gamliskuli?mibextid=YMEMSu