Simona Paula og Kári Sverrisson í Blómuhúsinum
- Date:
- Fríggjadagur 15 november 2024 19:00
- Location:
- Blómuhúsið á Toftum
Fríggjakvøldið 15. novembur koma Simona Paula og Kári Sverrisson at spæla konsert í Blómuhúsinum!
Simona Paula
Simona Paula (f. 1998) er ung tónlistakvinna av Strondum, sum útgevur sína fyrstu plátu, Spegil, júst hendan dagin konsertin verður. So tað verður eitt slag av útgávukonsert, har tað verður møguligt hjá tær at keypa nýútkomnu plátuna aftan á! Sum 10 ára gomul, byrjaði SImona at læra seg at spæla gittar, har hon skjótt fann útav, at gittarin skuldi vera hennara ljóðføri. Fyri at menna seg sum gittarist, lændi hon gittara frá øðrum, og eftir nøkur ár setti hon sær fyri at ogna sær sín egna gittara. Fyri hana var og er hetta ein tann besta íløgan, hon hevur gjørt, tí gittarin hevur verið hennara amboð til at seta orð á sínar kenslur og koma ígjøgnum tungar tíðir. Burturúr hesum eru fleiri tekstir og løg komin til verðina. Við tíðini er hennara áhugi fyri at deila hesar sangir alsamt vaksin og metir hon nú, at tíðin er búgvin til at onnur kunnu fáa gleði og finna troyst í hesum sangum. "Spegil" hyggur onkursvegna at lívinum hjá Simonu, bæði at hendingum, men eisini hvussu hon persónliga hevur ment seg yvir tíð. Summir sangir eru um ávís tíðarskeið ella persónar og teirra leiklut í hennara lívi. Aðrir eru um eina irritatión um okkurt, sum hevur við samfelagið, normar og líknandi at gera. Í roynd og veru koma teir burturúr støðum har Simona hevur kunnað vent tí á høvdið og hugt inneftir at sínum egna leikluti í kontekstinum. So hóast teir snúgva seg um ymisk ting, so eru teir allir hugleiðandi og grava seg inn í djúpar og sterkar kenslur.
Kári Sverrisson
Kári Sverrisson (f. 1971) er vælkent navn á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur hevur við á 26 útgávum frá 1991 til 2024. Hann hevur spælt alment síðani fyrst í nítiárunum. Hann spælir mest gittar og syngur, ger sínar egnu sangir, og framførir teir einsamallur ella í bólkum. Stílurin kann bólkast sum eitt slag av vísusangi við eitt sindur av rokki uppií til tíðir og við improviseraðum pørtum viðhvørt. Kári hevur skrivað sínar egnu tekstir, men nýtir eisini yrkingar, onnur hava skrivað. Sum einstaklingur, limur í bólkunum Enekk, Yggdrasil og Orka, saman við bólkinum Bendum Spónum og við Hans Jacob Kollslíð hevur Kári útgivið fløgur, framført í Føroyum og verið á fleiri konsertferðum í Europa – harímillum í Norðurlondum -, og framført á einum festivali í USA. Umframt at útgeva sínar egnu sangir, og at vera við sum sangari á ymsum útgávum, hevur Kári staðið fyri fýra fløguútgávum við siðbundnum føroyskum tónleiki, t.e. kvæðum, vísum, kingosangi og skjaldrum. Fleiri av hesum fløgunum verða at fáa í Blómuhúsinum til konsertina :-)
Vit gleða okkum!
Share this event
Fyriskipari
Blómuhúsið
FO-650 Toftir
Telefon +298 590402
[email protected]
V-tal: 663573