Glað og nøgd í yndisklæðum

Date:
Thursday 14 November 2024 20:00
Location:
Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A, 1620 København K

Buy tickets

Ivast tú í kropskapinum? Hvørjar litir tær klæðir? Hví tær dámar okkurt toy betri enn annað? 

Her er fyrilesturin, har vit seta hol á prátið um kropp, klæðir og móta, so tú fær valt tað góða til tín. 

Tú fær innlit í kropskap, akslaskap, persónligar litir og nær svart er gott til tín. Eisini fær tú miðjuna betri upp á pláss, hilling á heitar og kaldar litir og hvørjir fyrimunir eru við at hava stutt ella long bein. Umframt mangt, mangt annað gott. 

Alt einfalt og greitt, so tú fær brúkt vitanina beinanvegin at finna góð klæðir til tín. Klæðir, sum tú trívist í og brúkar leingi. 

Tak pappír, blýant og mátiband við, so tú fær sum mest burturúr. 

Um fyrilestrahaldaran: 

Katrina í Geil er designari frá Designskolen Kolding og hevur master í Design frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn við atliti til klæðir og at klæða seg. Hon hevur kannað samanhangin millum menniskja, kropp og klæðir seinastu 12 árini, arbeitt sum persónligur stílistur í 19 ár, havt stílistútbúgving fleiri ferðir og gjørt make-over í Kvinnu í 10 ár. 

Tú kanst fylgja henni á Facebook og Instagram undir Katrina í Geil og Stimatroyggjan

Share this event

Glað og nøgd í yndisklæðum

Fyriskipari

Sýran Design
Hoydalsvegur 5
100 Tórshavn
Tlf. +298 527030
[email protected]
www.syran.fo
V-tal: 568562