Ársins Íverksetaradagur 2024

Date:
Thursday 31 October 2024 13:00
Location:
Løkshøll

Buy tickets

Ársins íverksetaradagur

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.

Einaferð um árið heldur Íverksetarahúsið Ársins Íverksetaradag, tá Íverksetarahúsið bjóðar inn til at heiðra føroyskari íverksetan.

Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivnað í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum. 

Fastur táttur er at handa virðislønina, Granan, fyri íverksetan av ymiskum slag. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni.

Edward Fuglø hevur sniðgivið Granan. Granarnar hevur Óli Skarðenni gjørt úr mahogni og kopari.

Skráin verður kunngjørd seinni.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt við tilmelding. 

Share this event

Ársins Íverksetaradagur 2024

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
237080
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210