Konsert við Daniu O. Tausen í Nólsoyar-Pálshúsinum

Date:
Thursday 26 September 2024 21:00
Location:
Nólsoyar-Pálshúsið, Klaksvík

Buy tickets

Dania O. Tausen er ung tvørlistakvinna á føroyska tónleika- og yrkjarapallinum uppvaksin á Toftum. Ein sangarinna, sangskrivari og yrkjari sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum. Sum barn og tannáringur framførdi hon mest í brøðrasamkomuni, men Í 2018 gjørdi hon um seg á heiðurskonsertini fyri Ellu Fitzgerald, og byrjaði at útgeva egnan tónleik stutt eftir, tá hon flutti til Havnar at lesa ritlist. Hon framførir í dag javnan við soloprojektinum Dania O.
Tausen, jazztrioini SWAY og hiphopbólkinum Aggrasoppar. Til dagliga arbeiðir Dania hjá plátufelagnum Tutl og er fyriskipari av yrkingaupplestrum í Sirkus. Dania bleiv serliga umrødd í Føroyum, tá ið yrkingasavnið Skál og dokumentarurin um yrkingasavnið komu út.
Savnið og filmurin vóru kontroversiell tí Dania vísti á, hvussu tað er at vaksa upp innan samkomu á bygd og hvussu tað er at vera ungur og ivandi.

Í tónleikinum, sum Dania síðani hevur útgivið, "gonguteigatúnatos"
(2021) og "ja, nei – og restin av vikuni" (2023), hevur hon fokus á menniskjanum – ofta føroyinginum – og nógvum av okkara simplu, men eisini meira kompleksu kenslum. Hon dugir at síggja tað stuttliga í tí dagliga og orða tey dagligu viðurskiftini soleiðis, at tú sært annarleiðis uppá tey aftaná. Sum G! Festivalurin segði, har Dania hevur spælt tvey tey seinastu árini: "Hevur tú ikki hoyrt um Daniu O.
Tausen hetta seinasta árið, so hevur tú búð undir einum steini. Eingin mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hettar arbeiðssama fjöllistafólki av Toftum." Dania vann eisini eina FMA fyri ársins útgávu 2023, við løgum sum "kann eg hava armin soleiðis her?" og "eg burdi keypt mær hús í bergen". Dania vísir í allari síni list ein serligan tokka til föroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum öll kunnu kenna seg aftur í. Vit gleða okkum at uppliva Daniu O. Tausen og Ragnar Finsson (duo) í Nólsoyar-Pálshúsinum í Klaksvík hóskvøldið 26. sep kl 21.

Dania O. Tausen, sang, kassagittar
Ragnar Finsson, sang, elgittar

Share this event

Konsert við Daniu O. Tausen í Nólsoyar-Pálshúsinum

Fyriskipari

Kl. Kommuna
4100000
[email protected]
V-tal: 334286