HAMRADUN Konsert í SALT

Date:
Saturday 13 July 2024 20:00
Location:
SALT - Sound Art Live Theatre

Buy tickets

Vit í SALT bjóða tær vælkomin á ársins konsertbrak í SALT leygarkvøldið 13. juli 2024.Lagt verður upp til eitt av teimum heilt stóru konsertunum við einum okkara egnu, plátuaktuellu Hamradun.Hetta er konsertin sum bæði vit og Hamradun hava glett okkum til leingi.Og fyri at gera gott enn betri kemur ungi powerbólkurin Adrenaline úr Klaksvík at hita upp. Adrenaline tók fleiri av festivalunum í fjør við stormi við teirra orkumiklu framførslum og melodiska rokki.Tá konsertin er liðug og fólk eru so uppi at koyra at tey ikki vilja heimaftur, so tekur kærleikskongurin Eyðun Nolsøe, sær pent av teimum, saman við bólki sínum, restina av kvøldinum.

Share this event

HAMRADUN Konsert í SALT

Fyriskipari

SALT
Drelnes 22
827 Øravík
213013
[email protected]
salt.fo