Sonurin

Datum:
Freitag 22 November 2024 19:30
Ort:

Tickets kaufen

Sonurin

Ein av okkara størstu samtíðarhøvundum í norðurlondum verður nú fyri fyrstu ferð settur á pall í Føroyum. Sonurin, eftir norska høvundin Jon Fosse, er ein dramatisk søga um alt tað, vit aldri siga hvør øðrum.

Jon Fosse er føddur í 1959 og hevur latið eitt rúgvumikið ritverk úr hondum sum er týtt til nógv mál. Fosse hevur eitt sera sermerkt mál; hann skrivar langar, smidligar og rútmiskar setningar, og endurtekur orð, setningar og hugsanir, soleiðis at hansara einføldu prosatekstir fáa ein sterkan tónlistarligan dám. Nógvar av skaldsøgunum hjá Fosse fara fram á norsku vesturstrondini og lýsa ofta nærleikan í lívinum hjá persónunum so sum havið, bygdina og familjuna. Sum leikritahøvundur fæst Fosse eisini við intim sambond, og skrivar hann ofta stuttar leikir til fáar leikarar.
Í 2015 fekk Jon Fosse bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, og í 2023 fekk hann Nobelheiðursløn í bókmentum fyri sín nýskapandi dramatik og prosa.

---

Tjóðpallurin og Víngarðurin bjóða:

Leikur & Matur


Týsdag - fríggjadag, matur áðrenn sýning: Matur í Víngarðinum kl. 18.00, sýning á Tjóðpallinum kl. 19.30
Leygardag, matur aftaná sýning:Sýning á Tjóðpallinum kl. 18.00, matur í Víngarðinum kl. 19.30
Sunnudag, matur áðrenn sýning:Matur í Víngarðinum kl. 16.30, sýning á Tjóðpallinum kl. 18.00 
Høvuðsrættur
Oksalundir, rómalegerað sinnopssós, kryddaði epli, grønmetiEitt glas av víni
Omaná

Kirsuberjaísur, marsipan, sjokuláta, rómi.
kaffi ella the


Leikur & Tapas


Týsdag - fríggjadag, tapas áðrenn sýning: Tapas í Víngarðinum kl. 18.00, sýning á Tjóðpallinum kl. 19.30
Leygardag og sunnudag, tapas áðrenn sýning:Tapas í Víngarðinum kl. 16.30, sýning á Tjóðpallinum kl. 18.00 
Trøffelpylsa, fennikelpylsa, hvítleykspylsa, Comté, Agour, Gorgonzola, pesto, stracciatella, heimagjørt tomatsúltutoy, heimabakað breyð, grikskar oliven og mangt annað

Leikur & Boblur


Týsdag - fríggjadag, boblur áðrenn sýning: Boblur í Víngarðinum kl. 18.00, sýning á Tjóðpallinum kl. 19.30
Leygardag og sunnudag, boblur áðrenn sýning:Boblur í Víngarðinum kl. 16.30, sýning á Tjóðpallinum kl. 18.00 
Cava (við áfylling) og skál við oliven

Weitere Termine:


Datum:
Donnerstag 14 November 2024 19:00
Ort:

Datum:
Freitag 15 November 2024 19:30
Ort:

Datum:
Samstag 16 November 2024 18:00
Ort:

Datum:
Sonntag 17 November 2024 18:00
Ort:

Datum:
Dienstag 19 November 2024 19:30
Ort:

Datum:
Mittwoch 20 November 2024 19:30
Ort:

Datum:
Donnerstag 21 November 2024 19:30
Ort:

Datum:
Samstag 23 November 2024 18:00
Ort:

Datum:
Sonntag 24 November 2024 18:00
Ort:

Veranstaltung teilen

Sonurin

Fyriskipari

Tjóðpallur Føroya
Tórsgøta 9
FO-100 Tórshavn
+298 318617
[email protected]
http://www.tjodpallur.fo
V-tal: 390860