Burðardygg matgerð í privatum og almennum stórkøkum

Datum:
Freitag 4 Oktober 2024 9:30
Ort:
Varpið í Klaksvík

Tickets kaufen

Fríggjadagin 4.oktobur bjóða Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin til hugkveikjandi dag við virkna og slóðbrótandi danska kokkinum, Claus Meyer, í Klaksvík. Í ár eru 50 ár liðin síðani Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn, og somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr Norðurlondum skrivaðu undir norðurlendska matmanifestið, sum í stóran mun birti í stóra áhugan og virðingina fyri staðbundnu rávørunum í øllum norðurlondum - eisini í Føroyum.

Dagurin er í tveimum, har fyrraparturin í Varpinum ( frá kl. 9.30 til 11.30 ) er ætlaður øllum teimum, ið arbeiða dagliga við mati og matgerð - tað verið seg í matstovu, almennum og privatum kantinum, undirvísingarstovnum, búðstovnum ella egnari fyritøku. Claus Meyer fer at deila egnar praktiskar royndir at skipa køksvirksemi burðardygt, og tosað verður bæði um umhvørvisliga, sosiala og fíggjarliga burðardygd. 

Endamálið við tiltakinum er at geva føroyskum starvsfólkum íblástur og amboð at brúka á egnum arbeiðsplássum kring landið.

Kl. 11.30 fáa luttakararnir góðan, staðbundnan miðmála við rávørum í árstíð, og síðani verður farið á Skúlatrøð til almenna seinnapartstiltakið ( kl. 13.00 - 15.00 ), har Claus Meyer, Leif Sørensen og onnur góð matfólk fara at umrøða Norðurlendska Matmanifestið. Í oktobur eru 20 ár liðin síðani norðurlendskir kokkar skrivaðu undir manifestið. Tað er ókeypis at luttaka á seinnapartstiltakinum, tó er neyðugt við skráseting (Sí tiltak á atgongumerki.fo)

Veranstaltung teilen

Burðardygg matgerð í privatum og almennum stórkøkum

Fyriskipari

Húsarhaldsskúli Føroya
Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Telefon +298 216974
[email protected]
https://husarhaldsskulin.fo/
V-tal: 331015