Bókaprát & Konsert

Datum:
Samstag 2 November 2024 19:30
Ort:
Løkshøll

Tickets kaufen

Bókaprát við Einar Már Guðmundsson kl. 19.30

Í 2023 kom nýggjasta skaldsøgan hjá Einari Már Guðmundssyni, "Því dæmist rétt vera" út. Bókin hevur fingið sera góð ummæli, bæði í heimlandinum og eisini í Danmark, har týdda útgávan kom út fyrr í ár. Ummælari úr Politiken gevur bókini seks hjørtur av seks møguligum og sigur um bókina at "den er simplethen mesterligt fortalt".

Bókin er ein brotsmannaskaldsøga, sum fer fram fyri tveyhundrað árum síðani í Íslandi. Tá komu trúvilstar ímyndir um javnrætt og rættvísi undan kavi. Í bókini verða frælsisdreymar kveiktir og køvdir, familjubondini verða avbjóðað, sannleikin stríðist við lygnir, og rætt og skeivt eru vundin inn í frásøgukynstrið. Hóast bókin er døpur hevur hon samstundis tann serstaka skemtiliga tónan, sum Einar Már Guðmundsson er kendur fyri.

Virðislønti Einar Már Guðmundsson er serliga kendur fyri Reykjavíkar triologiina og bókina 'Heimsins einglar', sum hann eisini vann Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri í 1995.

Tað verður Bergur D. Hansen, lektari í bókmentum og dekanur á Setrinum, sum fer at práta við Einar um nýggju skaldsøguna, og Einar fer eisini at lesa brot. Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti framføra tvey løg, sum Kári hevur skrivað til tekst eftir Einar Már Guðmundsson.

Konsert við Hinumegin Ringvegin Trio kl. 21.00

Sangirnir hjá Kára P eru langt síðani vorðnir fólkaogn her heima. Teir eru enn viðkomandi og fleiri teirra hava sítt fasta pláss á sangskránni ,tá ið fólk koma saman í veitsluhýri.   

Kári P hevur latið tvær útgávur úr hondum; Vælferðarvísir og Hinumegin Ringvegin, og við sangum so sum Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður eru útgávurnar sannir varðar í føroyskum tónleikahøpi . Hesar sangir og fleiri aðrar fer Hinumegin Ringvegin Trio at framføra á konsertini í Løkshøll leygarkvøldið 2. november kl. 21.00. Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.

Tað er bara Kári sjálvur sum kann syngja sínar sangir, sum teir eiga at vera. Royndu og dugnaligu tónleikararnir Finnur og Edvard stuðla undir og lyfta, so vit hetta kvøldið fáa Kára P í síni bestu útgávu.

Teir, ið manna Hinumegin Ringvegin Trio eru:
Kári P.: sang, guitar og munnhørpu
Finnur Hansen: klaver og kór
Edvard Nyholm Debess: kontrabass og kór

Til ber at keypa atgongumerki til hvørt tiltakið sær. Tá er prísurin 150 kr fyri Bókaprátið og 225 kr fyri Konsertina. Um ein keypir atgongumerki til bæði kostar tað 300 kr, tvs. ein sparir 75 kr.

Veranstaltung teilen

Bókaprát & Konsert

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
223010
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210