Útgávu konsert við Simonu Paulu í stranda bio

Dato:
Fríggjadagur 6 desember 2024 20:00
Beliggenhed:
Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Køb billetter

Útgávukonsert við Simonu Paulu í Stranda bio


Fríggjakvøldið 6. desember kl. 19 hevur Simona Paula útgávukonsert í Stranda bio í bygdahúsinum á Strondum.


Simona Paula (á Fríðriksmørk) hevur givið út fleiri stakløg síðani í summar. Vit kenna longu sangirnar “Fylg mær heim”, “Lati akker falla”, “Vit vita ikki, hví tað er” og “Sjóborgin”, og í hesi vikuni verða hesir sangir, saman við fleiri øðrum, útgivnir á bæði fløgu og plátu undir heitinum “SPEGIL”.


Simona Paula hevur fleiri konsertir runt um í Føroyum næstu dagarnar, men til konsertina á Strondum kemur hon fyrstu ferð við fullmannaðum bólki at framføra øll nýggju løgini á nýggju plátu hennara.


Tekstirnir til løgini hjá Simonu Paulu eru sera sterkir, og til konsertina kemur Simona millum sangirnar at greiða upprunanum til teir ymisku tekstirnar.


SPEGIL hyggur onkursvegna eftir lívslinjuni hjá Simonu Paulu, bæði við støði í hendingum, men eisini, hvussu hon hevur útviklað seg gjøgnum tíðina. Summir sangir eru grundaðir á ávís tíðarskeið ella persónar, og teirra leikluti í hennara lívi. Aðrir eru grundaðir á eina irrititatión um okkurt, sum hevur at gera við samfelagið, normar o.s.fr. Næstan hvørja ferð hevur hon kunnað vent hesum og hugt inneftir at sínum egna leikluti í hesum umstøðum.


Hóast tekstirnir snúgva seg um ymisk viðuskifti, eru teir allir reflekterandi og grava niður í djúpar og sterkar kenslur.

Del denne begivenhed

Útgávu konsert við Simonu Paulu í stranda bio

Fyriskipari

Bygdahúsið á Strondum
Fløtuvegur 90
490 Strendur
Telefon +298 232750
[email protected]
https://www.sjovar.fo/bygdahus
V-tal: 339539