Papageno og Gandadrykkurin

Dato:
Mandag 14 oktober 2024 14:00
Beliggenhed:

Papageno & Gandadrykkurin 12-15.okt.

Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg.

Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattajakt fyri tey yngru børnini.

Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt.

Prinsurin Tamino er bitin av eini risaslangu og bert ein gandadrykkur frá Gandakellingini kann bjarga honum. Gandakellingin manglar tó tilfar, og tí noyðist Papageno inn í vandamikla Gandaskógin at finna allar lutirnar – og honum tørvar tykkara hjálp!

Herfinnur Árnafjall spælir leiklutin sum tann syngjandi fuglafangarin Papageno, sum ferðast gjøgnum Gandaskógin við børnunum. Á vegnum hitta tey m.a. prinsessuna Paminu, sum lærir børnini ein sang, disko-trøllið Monostatos, sum fær børnini at dansa, teir syngjandi prestarnar í Vísdómstemplinum og Náttardrotningina við teimum høgu tónunum.

Skattajaktin er uml. 45 min., og er ætlað børnum í aldrinum 5-11 ár.

GG: Skattajaktin er BARA fyri børn. Men við í atgongumerkjagjaldinum á 100 kr er kaffi og køkur til mammur og pápar, ommur og abbar, gummur og gubbar, meðan tey bíða í kaféini. Og hvør veit, kanska sleppa tey vaksnu við til okkurt, í byrjanini, og móti endanum?

Hugskot og handrit: Birita Adela Davidsen

Pallmynd og prýðing: Eliana Svøðstein

Plakat: Rókur Heinesen 2024

Skattajaktirnar verða:
Ley 12/10 kl. 14:00 og kl. 15:30
Sun 13/10 kl. 14:00 og kl. 15:30
Mán 14/10 kl. 14:00 og kl. 15:30
Týs 15/10 kl. 14:00 og kl. 15:30

Yderligere datoer:


Dato:
Lørdag 12 oktober 2024 14:00
Beliggenhed:

Dato:
Lørdag 12 oktober 2024 15:30
Beliggenhed:

Dato:
Søndag 13 oktober 2024 14:00
Beliggenhed:

Dato:
Søndag 13 oktober 2024 15:30
Beliggenhed:

Dato:
Mandag 14 oktober 2024 15:30
Beliggenhed:

Dato:
Tirsdag 15 oktober 2024 14:00
Beliggenhed:

Dato:
Tirsdag 15 oktober 2024 15:30
Beliggenhed:

Del denne begivenhed

Papageno og Gandadrykkurin

Fyriskipari

VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
[email protected]
www.varpid.fo
V-tal: 595373