Ársins jólaborðhald við Vínkúllunum og Kim & Drúvunum

Dato:
Lørdag 7 december 2024 19:00
Beliggenhed:
Dansifrøi

Køb billetter

Ársins jólaborðhald við Vínkúllunum og Kim & Drúvunum í Dansifrøi

Í fjør var hetta roynt fyri fyrstu ferð og var tað ein kanón veitsla, har 320 fólk vóru í hopla frá fyrsta minutti og líka til endans - í ár verður tað bara enn betri! ​

Hallartún hava samansett eina fantastiska matskrá við brellbita, forrætti, millumrætti, høvuðsrætti og síðani er okkurt søtt omaná. Vínkúllarnir hava tilsett sjúkt vín til allar rættirnar, so tað verður bara hyyyper lekkurt! Eisini koma teir at greiða frá ymsum og fara at undirhalda ígjøgnum kvøldið.

Kim & Drúvurnar fara at spæla sjúkan tónleik alt kvøldið. Tey eru: Kim Hansen, Eyðun Nolsøe, Guðrun Sólja Jacobsen, Jan Rúni Poulsen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Hans Petur í Brekkunum og Janus Kampmann - wauuuw!

Tá borðhaldið er liðugt, verður dansur við Kim Hansen, Jens Marna Hansen, Jan Rúna Poulsen og Jóhannus á Rógvu Joensen. Eisini fer Dreymmaður at diska.

Keyp atgongumerki áðrenn tað verður útselt. Kostnaðurin er 1.550,- og fyri tað fært tú: 5 fantastiskar rættir við sjúkum víni, veldugt undirhald, toppklassa tónleik alt kvøldið og heimsklassa dans um náttina.  

Um tit eru fleiri, sum ynskja at bíleggja pláss saman, so er at senda ein t-post til: [email protected]

Tað verður ikki eitt eyga turt - og tað verður sjúkt!

Del denne begivenhed

Ársins jólaborðhald við Vínkúllunum og Kim & Drúvunum

Fyriskipari

Sp/f Hugnaløtur
Bakkavegur 27
530 Fuglafjørður
Telefon +298 504444
[email protected]
www.hugnalotur.fo
V-tal: 653627