Norðurlendska matmentanin við Claus Meyer

Dato:
Fredag 4 oktober 2024 13:00
Beliggenhed:
á Skúlatrøð

Køb billetter

Í oktobur í ár eru 20 ár liðin síðani 12 norðurlendskir kokkar orðaðu og undirskrivaðu Nýnorðurlendska matmanifestið ( The New Nordic Food Manifesto ). Endamálið við manifestinum var at skapa vitan og vekja áhuga og virðing fyri staðbundnum mati í Norðurlondum.

Í dag heysta vit skurðin frá framsýnta matarbeiðinum, sum varð sett í verk í 2004. Bæði innan matframleiðslu, matgerð og íverksetan síggja vit stóra menning. Staðbundni maturin er komin á breddan, vit hava fingið fleiri góð matstøð og -upplivingar kring landi og politisk orðaskifti eru um matarskipanir, kostpolitikk og tilvitanina um staðbundna matin.

Fríggjadagin, 4.oktobur, frá 13.00 til 15.00, bjóða Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin til alment tiltak við danska kokkinum og matíverksetanum, Claus Meyer, sum var ein av stigtakarunum til Nýnorðurlendska matmanifestið. Við fyrilestri og kjaki fara vit at umrøða norðurlendsku og føroysku matmentanina

Tað er ókeypis at luttaka í tiltakinum, tó er neyðugt at tekna seg, tí plássið er avmarkað.

Del denne begivenhed

Norðurlendska matmentanin við Claus Meyer

Fyriskipari

Húsarhaldsskúli Føroya
Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Telefon +298 216974
[email protected]
https://husarhaldsskulin.fo/
V-tal: 331015