Guðrið Hansdóttir og Anna Sabina í Blómuhúsinum á Toftum

Dato:
Fredag 27 september 2024 20:00
Beliggenhed:
Blómuhúsið á Toftum

Køb billetter

Guðrið Hansdóttir og Anna Sabina í Blómuhúsinum á Toftum

Vælkomin á fyrstu konsert í heyst á almenna spælistaðnum, Blómuhúsið á Toftum! Vit eru sera spent at bjóða tykkum í nýggju hølini, sum vit hava riggað til til komandi konsertvirksemi á Toftum.

Fyrsta konsertin verður fríggjadagin 27. sep kl 20, og tað er umráðandi at tú keypir atgongumerki (50,-), so vit sikkra okkum, at tað er pláss fyri øllum og trygt at vera har. Í hølinum er pláss fyri umleið 40 fólki.

Vit leggja hart út við tveimum spennandi kvinnum á føroyska tónleikapallinum: eina vit hava kent í longri tíð og eina sum fleiri nokk ikki hava hoyrt enn. Guðrið Hansdóttir og Anna Sabina!

Guðrið Hansdóttir er føroyskur sangari, sangskrivari og komponistur. Hon hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini, givið fleiri útgávur út og er virkin í elektro bólkinum BYRTA og er við í vokalbólkinum Kata. Hon arbeiðir innan fleiri tónlistagreinar so sum t.d folk, pop, electro popp og klasisskum tónleiki. Seinasta útgáva ”Gult myrkur” frá 2022, við tekstum eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger , varð sera væl móttikin bæði her heima og uttanlands og var m.a kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023. Í løtuni arbeiðir Guðrið við síni 7. solo útgávu, sum væntandi kemur út í næsta ár.

Anna Sabina er av Toftum og hevur skrivað sangir síðani hon var heilt ung. Hon hevur eina góða sangrødd og ein spennandi tónleikastíl, sum hon gleðir seg at deila við tykkum. Anna fer at spæla við fullum bólki, sum hava vant upp til hesa konsertina.

Tað verður møguligt at keypa kaffi, ís og blómur í handlinum niðri undir áðrenn og aftaná konsertina, sum varar umleið 1 tíma tilsamans.

Del denne begivenhed

Guðrið Hansdóttir og Anna Sabina í Blómuhúsinum á Toftum

Fyriskipari

TUTL
Niels Finsensgøta 6c
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 590402
[email protected]
https://www.tutlrecords.com/
V-tal: 596736