Joe & The Shitboys útgávukonsert

Dato:
Fredag 20 september 2024 21:00
Beliggenhed:
Perlan

Køb billetter

Virðisløntu tvíkyndu vegansku shitpunkarnir, Joe & The Shitboys útgeva sína triðju heildarútgávu, THE RESON FOR HARDCORE VIBES III.

Provokerandi bólkurin hevur verið í Íslandi og upptikið 10 minuttir langa meistarverkið, og útgevur enn einaferð eina heila útgávu á singulplátu við 10 skeringum. Punk abbin Iggy Pop hevur longu spælt seks løg av henni á BBC6.

Tey seinastu árini hevur bólkurin verið á fleiri konsertferðum, og hevur m.a. spælt í Kanada, Roskilde Festivalinum, Stóra Bretlandi, vestur og eystur Evropa, og í summar hitaðu teir upp fyri ongan annan enn The Hives í Italia. Lortendanir fáa jalig ummælir líkamikið, hvar teir hava staðið á palli.

Konsertinar eru orkubumbur, og eingin sleppur undan at vera við í tí, sum sker á pallinum – tí pallurin er allastaðni. Eyðkenda huglagið, sum lortendanir altíð megna at skapa, er litað av konfrontatión, stuttleika og kærleika. Áskoðarin verður sligin við politiskum meiningum, men politiskar ósemjur ikki eru ein nóg góð orsøk til at ikki at verða rivin við í ballið. Tey illbrýntu enda við at fara upp á gólv, og øll enda við at klemmast.

Við sær á útgávukonsertini hava teir fingið nýggja spennandi alternativa rokkaran Ásu Helenu Brynjarsdóttir, ið vann triðja plássið á Sement og spældi á danska Spot Festivalinum.

Del denne begivenhed

Joe & The Shitboys útgávukonsert

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/