Kom og tekna Croquis í Listastovuni!

Dato:
Tirsdag 16 juli 2024 20:00
Beliggenhed:
Listastovan

Køb billetter

Týskvøldið 16. juli frá kl 20.00-22.00.

Í stuttum er Croquis ein tekniformur, har man teknar nógvar, skjótar skitsur av einum naknum kroppi.

Ímyndar tú tær klassiskt Croquis, sært tú kanska eina kvinnu fyri tær, sitandi á einum hvítum dúki á einum kunstakademii, har hámentan og anatomiskur rættleiki eru á hásæti og bara tey útvaldu sleppa framat at tekna.

Men tað behøvist tað ikki at vera so.

Øll tekna ymiskt. Allir kroppar eru ymiskir.

Skapandi list og kreativitetur skal kunna liva og anda millum fólk í veruliga lívinum.

Vit ynskja at skapa eitt rúm, har vit í óformellum høpi kunnu spæla við ymisk úttrykk og mátar at formgeva kroppin uppá pappír. Har vit geva pláss til ymiskleika, inspiratión og samskapan.

Kvøldið verður hugnaligt, eksperimenterandi og prosess-orienterað. Saga fer at vertast og vegleiða í ymiskum teknikkum og íblástri, sum tú kanst taka við í tínari tekning.

Øll eru vælkomin. Tú fært okkurt burturúr, óansæð um tú arbeiðir professionelt við myndlist, ella um tú teknar pinnafólk nakrar ferðir um árið.

Um teknigleðin er har, ert tú hjartaliga vælkomin!

Alt tilfar er til staðar (tú behøvist ikki at taka nakað við) og til ber at keypa sær okkurt at drekka í kaféini.

Vit tekna tvær ferðir 30 minuttir, við pausu í miðjuni. Kom í góðari tíð!

—--

Saga Kapna er listafrøðingur og myndlistafólk búsitandi í Aarhus. Seinastu árini hevur hon m.a. verið prosjektleiðari á croquis skeiðinum @croquis4youngguns og fæst við ymisk listaprojekt, bæði freelance og í frívilligum høpi.

Durita Dahl Andreassen, sjónleikari verður model.

Del denne begivenhed

Kom og tekna Croquis í Listastovuni!

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045