FESTÍVALHÖLL - Skeið í ullavirking

Dato:
Torsdag 4 juli 2024 10:00
Beliggenhed:
Ungmannafelagið Virkið á Sandi

Køb billetter

Lær teg aldargamlan sið at viðgera og spinna frálíku føroysku ullina, líka sum víkingar gjørdu tað. Víkingar vóru sera kønir í at gera plagg og hvør tráður varð gjørdur til heilt serstøku uppgávuna, um talan var um til dømis klæðir ella segl.

Vit arbeiða við føroyskari ull, og tú lærir at kemba og deila ullina í ymsar fibur tjúktir, sum eru hóskaðar til ymsu sløgini av plaggi. Tú lærur at spinna á handsnældu og gera títt egna tógv. At enda fara vit at skifta orð um, hvussu føroyska ullin er í mun til ullina frá víkingatíð, og tú kann føla hondspunnin, hondvovin endurgjørd víkingaklæði.

Undirvísari á skeiðnum er Mette Wikkelsø, sum hevur drúgvar royndir í at spinna, veva og seyma. Hon hevur endurgjørt bæði bronsualdar- og  víkingaklæði. 

Málið er danskt/skandinaviskt (enskt eftir tørvi) og varar í 3 tímar. Ávmarkað pláss! Skeiðið er ikki ætlað børnum.

Skeiðið verður hildið á Virkinum á Sandi. Við í prísinum er tilfar og atgongd til amboð, ið verða nýtt á skeiðinum. Um tú hevur tína egnu snældu, er tú vælkomin at taka hana við og venja teg við henni. Vit bjóða drekka og onkran munnbita.

Del denne begivenhed

FESTÍVALHÖLL - Skeið í ullavirking

Fyriskipari

Stuðulsfelagið Víkingabygd
Telefon +298 515116
[email protected]
www.festivalholl.fo
V-tal: 652113