Floksmannadagur 28. juni 2025

Dato:
Lørdag 28 juni 2025 10:00
Beliggenhed:
Hattarvík

Køb billetter

Leygardagin 28. juni 2025 verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna. Hetta er tíggunda ferðin, vit hava hetta tiltak og koma vit at gera eitt sindur meiri burturúr fyri at seta dám á tiltakið 😊

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í  “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild skinsakjøt - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.

Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott frá bryggjmeistaranum Einar Waag afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir við vælkomudrykki og leskiligari suppu vm. Eftir hetta verður vitja í kirkjuni, har m.a. Sóley sigur frá um ymiskt siðsøguligt umframt tónleikur við navnframa bólkinum Hamradun, áðrenn leiðin síðani liggur til seyðhúsi á Uppistovugarðinum, har kokkurin hevur borðreitt við tíggju ymiskum smárættum, tilgjørdir úr hágóðsku rávørum og lyftir upp á eitt høgt gastronomiskt stig. Eisini verður sjálvandi serligt Floksmannabryggj afturvið.

Síðani verður tað søgufrøðingurin Andras Sólstein, sum hugleiðir við søgum og mentan áðrenn fjøldin fylgir kokkinum oman á gravarbakka, til at grava máltíðina upp.

Ímeðan kokkurin og hjálparfólk gera klárt til at njóta høvðusmáltíðina, verður felagssangur og Hamradun spælir undir.

Undir borðhaldinum verður undirhald við ”Pipar & Salt” og sjálvandi kemur Hamradun at geva okkum eina mergjaða framførðslu.

Tá ið klokkan nærkast 19:30 verður leiðin sett oman á Trøllagjónna til fráferðina við ”Rituni” til heimferðina.

Best er um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.

Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Aldursmark 18 ár.
 
Kostnaður er 2.195,00 kr. pr. persón

​Luttøkan er avmarkað.

Íroknað kostnaðin er:

  • Ferðaseðlakostnaður við "Rituni" fram og aftur
  • Allur matur og drekkivørur
  • Undirhald
  • Ferðaleiðarar vm.

Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær pláss við leigubussinum hjá HK Bussar, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 06:45 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund. 

Bussurin koyrir umvegis Eysturoyartunnilin og steðgar á við Skipanes, Magnstøðina í Gøtudali og Bónus í Klaksvík.

Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir fyri at øll koma uppá pláss.

Kostnaðurin fyri hetta er kr. 250,00


Del denne begivenhed

Floksmannadagur 28. juni 2025

Fyriskipari

Uppistovugarðurin
Uppi í Húsið 3
FO-767 Hattarvík
217055
[email protected]
www.uppistovugardur.fo
V-tal: 613819