Leif Mohr Kring Føroyar 2024

Dato:
Onsdag 5 juni 2024 18:00
Beliggenhed:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024

Køb billetter


Leif Mohr Kring Føroyar 2024

Sum vanligt eru nýggir spennandi teinar á skránni. Eisini verður kappingarbyrjan flutt til seinni út á árið. 

Í 2022 og 2023 byrjaðu vit í mai mánað. Komandi ár verður byrja á Grundlógardegnum 5. juni.

Kappast verður í fimm dagar. Fimm feitar etapur, og kappast verður frá mikudegnum 5. juni til sunnudagin 9. juni.

Sum vanligt ber til at melda seg til ein, fleiri, ella allar teinar.

Sum nakað nýtt verður møguligt at melda til sum ”hugnasúkklari”. 

Her verður hugsað um tey, sum ikki hava hug at kappast, men hug at súkkla
teinarnar. Hesi fáa eisini heiðursmerki um tey megna allar teinarnar.
Umframt at fyriskipararar heiðra tey skjótastu, so verður eisini
lutakast um ymsar vinningar ímillum øll sum luttaka. Hvør teinur man
hevur súkklað, telur sum ein lutaseðil.

Í 2023 var mál í Klaksvík. Nú verður bæði startur og mál í Klaksvík
fyrsta dagin í kappingini, tá einkulstarturin skal koyrast. Hann verður
Klaksvík-Kunoy-Klaksvík. Ein spennandi og vøkur ruta, har møguleiki
burdi verið fyri góðum tíðum.

Annan kappingardagin, sum verður fyrsti felagsstartur, flyta vit okkum longur
 suður til Eysturoynna. Startur og mál er við bygningin hjá Leif Mohr á
Kambsdali. Tá súkklarnir koma á mál, hava teir súkkla av Kambsdali til
Oyndarfjørð, aftur til Kambsdal, líka ein túr til Fuglafjarðar at royna
”Muntrabrekkuna”, og síðani á mál við Leif Mohr á Kambsdali.

Hóast teinarnir eru nýhugsaðir, so vitja vit sjálvandi Sandoynna í 2024, nú
tað verður koyrandi til Sands. Her sleppur ein í 2024 at royna seg á
meiri ”gravel” líknandi vegi, enn man oftani ger til súkklukappingar, tá
 rutan, umframt at vitja Skálavík, Sand, Húsavík, og Dal, eisini bjóðar
uppá tvey umfar eftir ráa vegnum rundan um Sandsvatn. Her ræður um at
hava tunguna mitt í munninum, og bæði eyguni á vegnum.

Suðuroyggin verður aftur á menu’ini í 2024. At kappast í Suðuroy er fantastiskt. At
 koyra runt í Hvalbiarbygd er eitt framúr upplivilsi. Komandi ár er
ætlanin eisini at vitja Famjin. Málið verður í Vági.

Sunnudagin er finaludagur, og tá enda vit við finaluumførum við høvuðsbygningin hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegnum í Havn.

Kappast verður sostatt á hesum oyggjum:

  • Borðoy
  • Eysturoy
  • Sandoy
  • Suðuroy
  • Streymoy

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum, sum kunnu fyrikoma tá
fyriskipararar, dómara og løgregla gjøgnumganga teinarnar.

Dagur 1, 1. etapa, mikudagin 5. juni: Møta kl 13, kappingin byrjar kl 14

Startur og mál verður við Effostøðina í Klaksvík. Kappast verður í
Einkultstarti, og leiðin gongur úr Klaksvík, til Kunoy, til Kunoyarbygd
har vent verður. Leiðin gongur nú aftur á mál í Klaksvík.

Longd á teini: 22 km. Hæddarmetrar uml 250.

Dagur 2, 2. etapa, hósdagin 6. juni: Møta kl 13, kappingin byrjar kl 14

Eysturoyggin verður karmur um 2. etapu av ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2024.

Tá verður kappast í felagsstarti, og teinurin sum verður koyrdur er frá
Leif Mohr á Kambsdali, til Gøtu, Skálabotn, Oyndarfjørð, Skálabotn,
Gøta, Kambsdalur, Fuglafjørð, Kambsdalur. Hetta er ein avbjóðandi
teinur, eftirsum nakrar drúgvar brekkur eru á teininum.

Longd á teini: 59,5 km. Hæddarmetrar uml 1.800

Dagur 3, 3. etapa, fríggjadagin 7. juni:Møta kl 13, kappingin byrjar kl 14

3. etapa verður koyrd á Sandoynni. Startur og mál er í Húsavík. Sandoyggin
 er ein fantastisk "súkkluoyggj", og hevur Kring Føroyar fleiri ferð
áður verið koyrd á oynni.

Hesa ferð gongur leiðin úr Húsavík til Sands. Nú verður koyrt runt um
Sandsvatn, áðrenn leiðin gongur móti Skálavík har vent verður, og síðani
 aftur ein umgang rundan um Sandsvatn. So til Húsavíkar, og víðari til
Dals har ventur verður, og so beinleiðis á mál í Húsavík.

Longd á teini: 54,5 km.  Hæddarmetrar uml. 1.000

Dagur 4, 4. etapa, leygardagin 8. juni: Við Smyril úr Havn kl 7, Kappingin byrjar kl 10

4. etapan verður fyri 28. ferð í Suðuroy. Eisini ein spennandi og vøkur
oyggj at kappast í. Byrjað verður á Tvøroyri. Leiðin gongur til Hvalba,
runt í bygdini, og so gongur leiðin annars til Fámjin. Síðan verður
farið um Hovsegg til Hov, til Porkeri, til Vágs og til Lopra. Her verður
 vent, og síðan verður súkklað á mál í Vági. Málið er við Effostøðina í
Vági. 

Longd á teini: 72.5 km. Hæddarmetrar uml. 1.600

Dagur 5, 5. etapa, sunnudagin 9. juni: Møta kl 8, kappingin byrjar kl 9

Finalan og 5. etapa líkist nógv tí í 2023.

Byrja verður á Eiði, og vit súkkla ígjøgnum tunnilin til Havnar. Komnir til Havnar verða 3 finaluumfør koyrd í Havn. 

Málið er við Leif Mohr, og fyriskipararnir fara at gera alt fyri, at
finaluumførini verða so trygg sum yvirhøvur gjørligt soleiðis, at
Hoyvíksvegur, Smyrilsvegur og Staravegur verða stongdir meðan
finaluumførini verða koyrd. Roynt verður at fáa loyvi at Hoyvíksvegur
verður tvídeildur soleiðis, at tey sum koyra á mál fyrstu ferð, koyra á
uttara bana, og útbrotið í innara bana.

Longd á teini: 53 km. Hæddarmetrar uml. 700

Kring Føroyar sá dagsins ljós í 1996. Føroyskir súkklarar høvdu vunnið fleiri
 heiðursmerkir á Oyggjaleikum í Gibraltar árið fyri, so nú mátti okkurt
spennandi henda. Hetta var ein roynd at skipa fyri einari etapukapping í
 Føroyum, og í 1997 bleiv tað til eina veruliga kapping yvir fimm dagar,
 frá mikudag til sunnudag. Hetta verður so 28. ferð at skipað verður
fyri Kring Føroyar súkklukappingini. 

Aftur í ár er tað Leif Mohr sum er høvuðsstuðul til kappingina.




Del denne begivenhed

Leif Mohr Kring Føroyar 2024

Fyriskipari

Tórshavnar Súkklufelag
[email protected]
V-tal: 433985