Lectures

Hvussu byggja vit okkara vegir betur og bíligari

Location
Panorama, Hotel Hafnia

Hvussu byggja vit okkara vegir betur og bíligari?

Vælkomin á fakligt tiltak um vegauppbygnað. NVF varpar ljós á at gagnnýta og menna lokalt byggitilfar umframt byggja og viðlíkahalda vegir bíligari.

Á skránni vera hesar framløgur:

From rock to resource: Concept and first results of Faroese stone-based materials for construction and infrastructure / Karin Habermehl Cwirzen, University of the Faroe Islands

Data driven maintenance / Pálmi Þór Sævarsson,Vegagerðin

Low-budget maintenance methods in Iceland / Jón Helgi Helgason, Vegagerðin

Development of fluxed binder in Iceland / Björk Úlfarsdóttir, Colas Ísland


Tiltakið er á enskum og verður á Hotel Hafnia 2. juni, kl. 13.30–16.00. Freistin at melda seg til er fríggjadagin.


Um NVF:

Tiltakið verður skipað í sambandi við, at NVF arbeiðsbólkurin um vegatøkni vitjar í Føroyum. NVF (Nordisk Vejforum) er eitt alment-privat vinnusamstarv við umleið 320 limafyritøkum úr øllum Norðurlondum. Felagsskapurin hevur deildir í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Høvuðsendamálið hjá NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið.