Sakaris - við skítfullum bólki á Reinsarínum
- Date:
- Friday 5 December 2025 21:00
- Location:
- Reinsaríið
SAKARIS hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr poppløgum, líka síðan debutplátuna í 2012. Men til hesa konsertina á Reinsarínum, tekur hann tær tungu kanónirnar fram. Her verður nevniliga talan um eitt ordiligt ball við einum fult mannaðum bólki, ið fer at spæla ØLL hittini.
Í løtuni verður staklagið “Tramin” tráspælt í føroyskum útvarpi. Umframt hetta, hevur hann eina rúgvu av peppaðum hittum í skjáttuni, harímillum “Allarbesti”, “Aalborg”, “Magical Bag of Fun”, og so hin víðagitni (í Føroyum) “I Put On This Dress Only for You”, sum hevur ljómað í mangum føroyskum veitslum.
Harumframt stendur SAKARIS (í samstarvi við Byrta) fyri tveimum av fremstu poppløgunum seinastu árini, nevniliga nýmótans tulkingarnar av 80ara hittunum “Frøknur” og “Stjørnuskot”, ið ivaleyst verða at hoyra á konsertini.
Tónleikurin hevur verið lýstur sum J-Pop hittir 80 ára glamm popp, við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv. Men peppað er tað so altíð. SAKARIS er heilt egin, ljóðið er serstakt, og melodiirnir ótrúliga fangandi.
Share this event
Fyriskipari
Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/