SSP Kveikingardagurin

- Motivatión í roynd og veru!
Date:
Wednesday 18 February 2026 9:00
Location:
Hotel Føroyar
Buy tickets

SSP Kveikingardagur 2025


Starvast tú innan barna- og ungdómsøkið í Føroyum í breiðastu merking?


So kom við til ráðstevnuna hjá SSP Kveikingadagur 2026 har vitan og íblástur innan fyribyrging er á breddanum.

Kveikingardagurin er dagurin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag kunnu gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum.



Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum.

Evnið ið er karmur um kveikingardagin er: Motivatión í roynd og veru!

Vit forvitnast og kanna nærri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi og motiverandi. 


Hvat skal til fyri at hjálpa børnum og ungdómi til betri trivna og menning ? Hví kann tað viðhvørt kennast sum, at onki riggar, ella sum um tey als ikki ynskja broyting ella virka motiveraði ? Hava vit tá veruliga roynt alt og hvussu stendur til við okkara egnu motivation ? 

Hvønn leiklut spælir sjálvstamarhald og vitsevni, og ber til at arbeiða við hesum hugtøkum ? Hettar er nakað av tí vit royna at blíva klókari uppá til Kveikingardagin 2026.


So kom við til ein kveikjandi dag, hoyr nærri um ymisk sjónarmið innan fyribyrging, sum hava týdning fyri tað góða barna- og ungdómslívið.


Í fjør varð útselt, og vóna vit enn einaferð at undirtøkan verður eins og góð til

dagin.


Nær: Mikudagin 18. Februar 2026 kl. 9:00 – 15:15

- skráseting og morgunmatur frá 8:00 – 9:00

Hvar: á Hotel Føroyum

Prísur: 475 kr.


Endaliga skráin verður tøk seinni

Share this event

SSP Kveikingardagurin

Fyriskipari

SSP Ráðgevingin
RC effersøesgøta 26
100 Tórshavn
30 24 80
[email protected]
www.ssp.fo