Hervør Sabina

Date:
Thursday 27 November 2025 20:00
Location:
Reinsaríið
Buy tickets

Hervør Sabina – Ovastaloft

Ein rødd, sum bæði fær teg at smíla og hugsa. Ein sangari og sangskrivari, ið megnar at seta orð og tónar á bæði tær smáu løturnar og tær stóru kenslurnar.

Hervør Sabina hevur í nógv ár givið okkum løg, sum festa seg – frá teirri stuttligu “Yppa” til inniliga og sterka “Beiggin”. Í august kom endiliga heildarútgávan “Ovastaloft” út. Ein fjølbroytt útgáva við 15 egnum løgum, søgum og myndum, sum bjóðar okkum inn í hennara tónleikaverð.

Nú fært tú høvi at uppliva Hervør live saman við manni sínum, Kára, og børnunum Anna Sabina og Jóel. Tað verður hugnaligt, tað verður hjartanemandi. Og kanska eisini eitt lítið jólalag snýkir seg inn í skránna, nú vit nærkast jólunum.

Tiltakið er stuðlað av Økistónar – Women’s Concert Series.



Share this event

Hervør Sabina

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/