Jólaligir kórtónar við stórum klangi
- Datum:
- Samstag 13 Dezember 2025 17:00
- Ort:
- Feskfiskahøllin á Faroe Ship
Árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar kamarkóri verður hesaferð í Feskfiskahøllini á Faroe Ship.
Eftir væleyðnaðu summarkonsertina gleðast vit um at sleppa at njóta av stórfingna klanginum í Feskfiskahøllini enn eina ferð. Undir kórleiðslu av Bernharði Wilkinson syngur kórið hugnaliga jólaskrá við føroyskum og útlendskum kórsatsum.
Vit vilja heita á áhoyrarar um at vera heitt ílatin. Høllin er ikki upphitað, og tí kann tað vera kalt. Verið vælkomin á konsert.
Høllin hjá Faroe Ship er á Eystaru bryggju í Havn. Trýst her fyri at síggja, hvussu tú finnur okkum.
Gjørt verður vart við, at konsertin er innanfyri ISPS-økið á havnarlagnum. Tí er týdningarmikið, at tit, sum koma á konsert, halda tykkum innanfyri avmerktu økini.
Veranstaltung teilen
Fyriskipari
Tórshavnar Kamarkór
Telefon + 298 269103
[email protected]