Tekning og akvarel

Barbara Hilduberg
Dato:
Fredag 24 april 2026 17:00
Beliggenhed:
Føroya Fólkaháskúli

Tekning og akvarel
Kundi tú hugsað tær at teknað og málað við vatnlitum - eisini hóast tú møguliga ongar royndir hevur við hesum? 
So kom á vikuskiftisskeið á Háskúlanum, og lær teg grundleggjandi teknikkir innan júst hesar myndlistagreinar.  
Á skeiðnum "læra vit okkum at síggja" - vit tekna eftir ymiskum lutum, og fáa frálæru í perspektivi, ljósi, skugga og kompositión. Eisini læra vit - við vatni og varligum penslastrokum, at geva tekningum lív og sereyðkennir við akvarel. Flótandi akvarelmálingin tekur tíð at læra; hon "hevur sítt egna lív", og er tað júst hetta, ið ger hana so øðrvísi og áhugaverda at arbeiða við.
Á skeiðnum verður dentur lagdur á góða felagsskapin; vit hugna okkum saman, og stuðla hvørjum øðrum í allari tilgongdini. 
Øll hava møguleika fyri at luttaka á skeiðnum - roynd sum óroynd.


Del denne begivenhed

Tekning og akvarel

Fyriskipari

Føroya Fólkaháskúli
Háskúlavegur 14
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 311743
[email protected]
www.haskulin.fo
V-tal: 329029