KATA - í Auluni í Finsen

Dato:
Tirsdag 26 august 2025 19:30
Beliggenhed:
Aulan í Finsen
Køb billetter

KATA – røddir úr fortíðini og framtíðini

Til hesa serligu konsertina fer kvinnukórið KATA at framføra verkið Phineidae eftir svian Arvid Kraft – eitt nýmótans og djarvt kórverk, sum letur upp fyri ókendum tónaligum landsløgum..

Men tær steðga ikki har. KATA fer eisini at syngja nakrar gamlar føroyskar vísur, skjaldur og part av onkrum kvæði, alt útsett fyri kór av Unn Paturson, sum megnar at geva tí traditiónella ein nýggjan og spennandi ham..

KATA er kent fyri sínar gjøgnumførdu og ótrúliga vøkru konsertir. Og hendan framførslan verður onki undantak. Hetta verður ein framførsla, sum rakar teg bæði í hjartað og beinagrindina. 

Del denne begivenhed

KATA - í Auluni í Finsen

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/