Teitur & Girls in Airports 'Kvæði' konsert

Dato:
Fredag 12 september 2025 19:30
Beliggenhed:
Aulan í Finsen
Køb billetter

Teitur og danski indie-jazz bólkurin Girls in Airports spæla konsertir í Føroyum í september við tónleiki av forkunnugu 'Kvæði' plátuni, sum varð útgivin í november í fjør.

Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.

Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna 'Kvæði'.

Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.

Gaffa.dk gevur plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:

“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinda indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra.
(...) Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”

Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentar, Victor Dybbroe á slagverk og Oliver Laumann á trummur.

Atgongumerki: 295 kr

LEINKJUR:
Teitur um 'Kvæði' í sendingini Leitisstein:
'Ólavur Riddararós' live video
'Angankári' video
'Krabbasker' video

Teitur:
Heimasíða
Instagram

Girls in Airports:
Heimasíða
Instagram

Del denne begivenhed

Teitur & Girls in Airports 'Kvæði' konsert

Fyriskipari

Teitur
Torfinsgøta 10
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 211036
[email protected]
https://teitur.com