Alla nátt - 50 ár við Hjarnar
- Dato:
- Fredag 7 november 2025 21:00
- Beliggenhed:
- Varpið
Í meiri enn 50 ár hevur rokkbólkurin sett dagsskránna í Føroyum, og nú verður skipað fyri stórari heiðurskonsert í Varpinum fríggjakvøldið 7. november kl. 21.
Tiltakið verður skipað sum eitt langt tónleikakvøld í Varpinum, har Hjarnar fer á pall at spæla allar teir kendur sangirnar upp gjøgnum árini. Eisini verður tónleikaupplivingin kryddað við væl kendum gestatónleikarum, sum fara at útleggja nakrar av kendu sangunum hjá Hjarnar.
Hjarnar byrjaði eins og allir aðrir rokkbólkar í Klaksvík - tá ið tíðini - í einum kjallara, men teir vandu meira, keyptu betri ljóðføri og trimmaðu pallframførsluna við Karl Martin Samuelsen á odda.
Bólkurin byrjaði við at spæla tey kendu løgini, sum tá vóru spæld á Radio Luxembourg, men fóru síðani at gera egin løg og tekstir, sum eisini fóru beint inn í hjartað á mongu tónleikafjepparunum.
Hvør hevur ikki sungið ella skrálað við til sangin “Alla nátt” tá ið lagið hevur verið gott, ella stóra altjóða hittið “Breaking my heart”, sum kom upp í toppin á kendur radiostøðini, Radio Luxembourg, í 1985.
Konsertin er ein heiðran av bólkinum, søguni, frambrotunum og týdninginum, bólkurin hevur havt fyri tónleikin í Klaksvík og Føroyum, samstundis sum tað er ein stór tónleikauppliving.
Del denne begivenhed

Fyriskipari
VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
[email protected]
www.varpid.fo
V-tal: 595373