Karla Hansen

Dagur:
Hósdag 30. apríl 2026 20:00
Staður:
Aulan í Finsen
KEYP

Karla Hansen - tónleikur við hjarta og sál er partur av røðini "Kvinnukonsertir" og framførir solo í Aulan í Finsen, 30. apríl, kl.20.00.

Við rótum í fólkatónleiki og einum ljóði, sum leiðir teg countryhjartað, bjóðar Karla Hansen tær eina ektaða, livandi og hugnaliga tónleikauppliving. Við sterkari rødd og tekstum, sum siga søgur um lívið, kærleikan og tað einfalda, sum rørir við okkum øll, tekur Karla teg við á eina ferð, har tú bæði merkir gleði og sakn – við einum smíli. 

Karla hevur fest røtur í Tórshavn, har hon eisini syngur við í Xperiment. Hon hevur eisini framført sum Special Guest til Open Mic, luttikið á Sement 2025, har hon fekk eitt “Wildcard”, sungið í FK í Hoyvík, sungið kór hjá ESTER, givið út staklagið Jólaverð, sum hon sjálv hevur skrivað og framleitt, og hon bleiv nominerað til FMA, har hon endaði í top 10.

Tá fólk spyrja Karlu, hvat slag av tónleiki hon spælir, veit hon ikki heilt sjálv – tí fyri hana snýr tónleikur seg ikki um sjangru, men heldur um kenslur, løtur og eitt vibe.

Manning
Karla Hansen - sang og gittar

Tiltakið er stuðlað av Økistónum.

Deil tiltakið

Karla Hansen

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/