FCK Camp 2026

Dagur:
8.-9. august 2026
Staður:
Skansi Arena, Argir
KEYP

KOM OG VEN FÓTBÓLT SAMAN VIÐ FC KEYPMANNAHAVN!

Argja Bóltfelag bjóðar saman við FCK til FCK Camp á Skansi Arena á Argjum!

Í ár verður møguligt at melda seg til eina spennandi fótbóltslegu á AB vøllinum. Vit fáa vitjan av tveimum venjarum frá FCK, sum koma at skipa fyri FCK venjingum á Argjum.

Camp verður 8.-9. august 2026 og er nú tøk at melda til.

Prísur 895 kr. fyri hvønn FCK Camp. Við í prísinum er ábit.

Møguleiki er eisini at keypa ein FCK klæðnapakka (t-shirt og shorts) fyri 295 kr.

Freistin at keypa klæðnapakkan er 1. juli.

Venjingartíðirnar verða soleiðis:
Árgangur 2016–2019 møtir kl. 8.30 og endar kl. 13.00
Árgangur 2012–2015 møtir kl. 13.00 og endar kl. 17.30

Gevið gætur, at pláss er fyri upp til 10 gentum og dreingjum fyri hvønn yngri árgang og 8 pláss hjá teimum eldru. Um tað tí ikki eydnaðist at melda seg til, ber til at skriva seg upp á bíðilista. seg á bíðlista við at skriva til [email protected]<< HVUSSU??>>

Eru árgangir, ið ikki verða fyltir áðrenn 1. mai, verða plássini leysgivin til aðrar árgangir.

Camp er í samstarvi við Hotel Hafnia og Atlantic Airways.

Dreingir:

  • Dreingir U7 (árg 2019)
  • Dreingir U8 (árg 2018)
  • Dreingir U9 (árg 2017)
  • Dreingir U10 (árg 2016)
  • Dreingir U11 (árg 2015)
  • Dreingir U12 (árg 2014)
  • Dreingir U13 (árg 2013)
  • Dreingir U14 (árg 2012)

Gentur:

  • Gentur U7 (árg 2019)
  • Gentur U8 (árg 2018)
  • Gentur U9 (árg 2017)
  • Gentur U10 (árg 2016)
  • Gentur U11 (árg 2015)
  • Gentur U12 (árg 2014)
  • Gentur U13 (árg 2013)
  • Gentur U14 (árg 2012)

Deil tiltakið

FCK Camp 2026

Fyriskipari

Argja Bóltfelag
Reynsgøta 2A
160 Argir
739905
[email protected]
http://www.ab.fo
V-tal: 345342