Útgávukonsert: Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson - “Sál”

Dagur:
Leygardag 30. mai 2026 21:00
Staður:
Reinsaríið
KEYP

Í samband við, at plátan “Sál” verður útgivin, kemur navnarframi íslendski saxofonleikarin Óskar Guðjónsson (AdHd, Mezzoforte) til Føroya at spæla útgávukonsertir saman við Poulsen Brothers.

Brøðurnir Bárður og Pauli eru uppvaksnir í einum heimi, sum var fult av ljóðførum og tónleiki. Teir hava báðir, hvør í sínum lagi, verið úti í verðini og lisið tónleik - Pauli í USA og Týsklandi, Bárður í Noregi - og búgva nú endiliga aftur á sama postnummari. Afturat sær hava teir trummusnillingin Rógva á Rógvu, ið vit kenna aftur frá bólkum sum Plúmm og Terja og Føstufressum. 

“Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn tann 6. august 2024. Tónleikurin er instrumentalur, og bera tey 9 løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki. 

“Sál” verður útgiving av Tutl, og verður høvi at ogna sær plátuna á konsertini. 

Tónleikarar:
Óskar Guðjónsson, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Bárður Reinert Poulsen, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur 

Deil tiltakið

Útgávukonsert: Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson - “Sál”

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/