Syngið við í Húsavík
- Dagur:
- Leygardag 21. mars 2026 17:00
- Staður:
- Húsavík
Syngið við í Húsavík
Komið til Húsavíkar og royni eitt annarleiðis tónleikatiltak.
Vit føroyingar eru tiltiknir fyri at duga væl at syngja og ikki minst syngja við.
Við íblástri frá spennandi tiltøkunum í Gøtu, eitt nú Hoyma, fara vit í Húsavík at taka tað besta frá tveimum pørtum. Kom ínn í gomlu húsini í Húsavík, eitt nú við Ánna, Skumpitoft, á Fløttinum og í Toft. Inni í húsunum bíðar tónleikarin, sum fer at leiða felagssangin.
Sangurin verður skipaður við ávísum temaum, eitt nú føroyskir fosturlandssangir, norðurlendskir sangir, írskir sangir, soleiðis at í einstaka húsinum er tað eitt slag av sangi sum veðrur sungið, og dugur tú ikki allar, tað bilar einki, har eru sanghefti í øllum húsunum, so tað er bara at syngja.
Eisini verður farið uppá gólv í gomlu húsunum á Jógvansbreyt, sum fyrr var staðið har dansað var, tá ið eitt nú brúdleyp vóru í bygdini.
Alt tiltakið endar við felags felagssangi aftur við einum góðum súpanartallerki.
Byrjað verður klokkan 17 í kirkuni og síðani verða húsini opin. 15 minuttir eru millum at hvørt tiltakið byrjar og vara tey umleið 35-40 minuttir, so um tú leggur væl til rættis, so ber til at sleppa inn í eini 3-4 hús.
Skráin fyri kvøldið verður kunngjørd nakrar dagar frammanundan tiltakinum
Deil tiltakið
Fyriskipari
Mál og miðlan
Breiðablik 10a
100 Tórshavn
+298 212959
[email protected]
V-tal: 625396