Spennandi verkstovurøð í myndlist - Føroya Fólkaháskúli í samstarvi við LungA School

Dagur:
7.-9. apríl 2026
Staður:
Føroya Fólkaháskúli
KEYP

Spennandi verkstovurøð, í tríggjar dagar. - Føroya Fólkaháskúli í samstarvi við LungA School

Hetta er ein verkstova fyri øll ið hava áhuga fyri myndlist, har tú lærir hvussu listin samskiftir við umheimin. Á verkstovuni arbeiða vit við málningalist og framsýningarkynstri.

Undirvísarar eru íslendska myndlistakvinnan Heiðdís Hólm og Amerkianskt/Bretski framsýningar sniðgevin Dr Mark Rothmaa-Jackson.

Bæði Heiðdís og Mark starvast á íslendska listaskúlanum LungA School í Seyðisfirði. Heiðdís er myndlistakvinna og málari, og hevur sýnt altjóða fram, seinast við einstaklinga framsýning á listasavninum í Akureyri. Áðrenn Mark var settur í starv á LungA, undirvísti hann í fagrari list á ymiskum fróðskaparsetrum í Bretlandi. Í 18 ár var hann framsýningar sniðgevi á IMT, sum er eitt samtíðar listasavn í London.

Íroknað i prísinum er máltíð og undirvísing. Til ber eisini at gista á skúlanum ímeðan skeiðið er, og hetta kann fáast í lag við at skriva til [email protected] 

Deil tiltakið

Spennandi verkstovurøð í myndlist - Føroya Fólkaháskúli í samstarvi við LungA School

Fyriskipari

Føroya Fólkaháskúli
Háskúlavegur 14
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 311743
[email protected]
www.haskulin.fo
V-tal: 329029