Skeið í ullavirking á Spinnarínum í Klaksvík
- Dagur:
- 13.-14. februar 2026
- Staður:
- Spinnaríið í Klaksvík
13. og 14. februar 2026 hevur tú møguleikan at læra teg at spinna og kemba júst sum okkara forfedrar hava gjørt. Skeiðið er fyri vand sum óvand.
Vit arbeiða við føroyskari ull, og tú lærir at nappa, kemba og at spinna á handsnældu – við ella uttan hondrokk.
Dagarnir byrja við einum stuttum uppleggi og síðani fara vit beint til tað praktiska arbeiði.
Ætlan:
Undirvísarar á skeiðnum eru Turid Olsen og Durita Dahl Djurhuus, sum hava fingist nógv við at spinna føroyska ull. Málið er føroyskt (danskt/enskt eftir tørvi).
Skeiðið verður hildið á Spinnarínum í Klaksvík. Við í prísinum er tilfar og atgongd til amboð, ið verða nýtt á skeiðinum. Um tú eigur eina snældu, er tú vælkomin at taka hana við og venja teg við henni.
Vit bjóða mat og drekka bæði fríggjakvøld og leygardag.
Kostnaður kr. 1.275,00
Deil tiltakið
Fyriskipari
Áhugafelagið Spinnaríið
Klingrugarður 10
700 Klaksvík
757403
[email protected]
V-tal: 661775