HOYM í Töting

Dagur:
Hósdag 29. januar 2026 20:00
Staður:
Töting
KEYP

HOYM v/ Elinborg Pálsdóttir, Leu Kampmann og Katrín ÓlafsdóttirAtgongumerki á 150 kr. (tó 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar frá kl. 20.00.
Tey ið eru 18 ár og yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.Hoym sá dagsins ljós, tá tær tríggjar, Elinborg Pálsdóttir (FO), Lea Kampmann (FO) og Katrín Ólafsdóttir (ÍS), hittust á Rytmiska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Tær hava allar tríggjar fleiri solo-útgávur aftanfyri seg, men á hesi útgávuni, savna tær raddirnar í eini felags verkætlan, sum er grundað á kvinnuliga orku, nærveru og felagsskap.Hoym hava givið út eina EP við seks løgum á føroyskum og íslendskum, sum eru skrivað og upptikin í Íslandi. Løgini hava røtur í fólkatónleiki og akustiskum ljóðførum, og sangirnir snúgva seg um tilknýti, kenslur og samband tvørturum mál og landamørk.- Tað kendist natúrligt at skriva á uppruna málum okkara, føroyskum og íslendskum. Ein heiðran til upphaviđ sum samstundis menti okkum í einari felags ljóðmynd, sigur trioin.- Avtrat útgávuni spæla vit eisini nýggj løg, sum eru á veg, og nøkur eldri løg hjá hvørjum øðrum. Hetta gera vit live, so hvør konsert verður eitt heilt serligt samanspæl av nýggjum og gomlum, siga tær tríggjar.Løgini eru upptikin live – tær tríggjar savnaðar um eina mikrofon, við hvør sínum akustiska gittara, fyri at varðveita nærveruna og inniligu løtuna, sum varð skapt í rúminum.


Deil tiltakið

HOYM í Töting

Fyriskipari

Tónleikasamtakið Grót
við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Telefon +298 550612
[email protected]
V-tal: 483524