Beinir

Dagur:
Fríggjadag 6. februar 2026 20:30
Staður:
Listastovan
KEYP

//English below//

Seinastu árini hevur Beinir sett síni spor á føroyska og danska tónleikapallin. Nú kanst tú uppliva hann í Listastovuni í reinasta formi – einsamallan á pallinum.

Heildarútgávan “Greener” fekk sera góða móttøku. Heitislagið "Greener" og "Call Me a Dreamer" vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og til seinasta FMA vann Beinir tvær virðislønir - ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina. Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og á DR’s Store Juleshow.

Vit kunnu leggja afturat, at Beinir er ein av limunum í nýggju folk/pop-trio’ini Tøgn, sum kom við teirra fyrsta staklagi "Kamarið" í mai.

Fyri Beinir hevur tað altíð verið nakað serligt at framføra sangirnar í reinasta formi - við gittara og sangi einsamallur á pallinum. Hetta er júst tað áhoyrararnir kunnu gleða seg til 6. februar í Listastovuni.


EN

In recent years, Beinir has left his mark on the Faroese and Danish music scenes. Now you can see him at Listastovan in his purest form – alone on stage.

His debut album Greener received a excellent reviews and amongst listeners. The title track “Greener” and “Call Me a Dreamer” both reached the Top 10 on Danish radio, and at the Faroese Music Awards (FMA) 2025, Beinir won two awards: Song of the Year for “Romeo” and the Audience Award.

He has also performed on Danish television, including Vild med Dans and DR’s Store Juleshow. In addition, Beinir is one of the members of the new folk/pop trio Tøgn, who released their debut single “Kamarið” in May.

For Beinir, performing his songs in their purest form – alone on stage with just guitar and vocals – has always been something special. That is exactly what the audiences can look forward to on February 6th at Listastovan.

Deil tiltakið

Beinir

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045