Ítróttur er meira enn ítróttur
- Dagur:
- Ráðstevna um ítrótt 6. feb. 2026
- Staður:
- Kongshøll
Ráðstevnan hevur fingið heitið "Ítróttur er meira enn bara ítróttur", og hon fer at snúgva seg um trý ymisk evni.
Fyrilestrahaldarar:
- Anna Bára Unnarsdóttir, Knowledge Specialist hjá Planet Youth
- Peter O’Donoghue Ítróttaanalytikkari, Proffessari Reykjavíkar Universitet
- Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu
- Synnøve Av Rana, samskipari av Barnaverkætlanini
- Parasport Føroyar, um verkætlanina “Øll við”.
- Ítróttagranskingarbólkurin, hjá Magna Mohr & søga frá íðkara
- Mark Marcher, ítróttastjóri hjá handbóltsambandi føroya.
- Nicki Lentz, Heimsmetshavari í styrkilifting og AI-verkfrøðingur.
- Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá manslandsliðnum í fótbólti.
Evni 1: "Samfelag og ítróttur: Sólskinssøgur og veruleiki"
Í fyrsta partinum hyggja vit nærri at tølum og úrslitum. M.a vera úrslitini av barnarapportini løgd fram, har hugt verður eftir hvat føroysk børn siga um ítrótt. Tvær framløgur eru úr Íslandi. Onnur teirra er um hvussu Ísland hevur brúkt ítrótt sum amboð til heilsufremjan og fyribyrging. At enda í hesum partinum frætta vit um hvussu vit kunna framleiða og nýta hagtøl innan ítróttarluttøkur- og hvussu hetta kann stuðla arbeiðnum hjá kommunum og heilsuverkinum.
Evni 2: "Ítróttur sum heilivágur"
Seinna evni innan døgurða hyggja vit nærri at hvussu ítróttur kann nýtast sum heilivágur og bíligt amboð til betri heilsu. Hvat er heilsuítróttur sum konsept - og hvat hava vit lært um at skapa góð heilsutilboð, nú vit hava 10 ár av royndum? Eisini hoyra vit frá trimum føroyskum kommunum, um teirra átøk og ítróttapolitik. Evni verður rundað av við einum panelið og kjaki.
Miðmáli: 11.35 - 12.00
Evni 3: "Úrvalsítróttur - at lyfta føroyska potentialið"
Eftir miðmálasteðg seta vit sjóneykuna á menningarmøguleikarnar í Føroyum, við støði í arbeiði sum hevur eydnast. Onnur framløgan tekur støði í serføroyska spælistílinum, sum hevur skapt góð úrslit í hondbóltinum, og hin er úr fótbóltinum, har 2025 eisini hevur bjóða uppá nøkrum av okkara bestu altjóða úrslitunum. Triðja framløgan er ein persónlig søga frá einum heimsmeistara innan styrkilyfting, har hann leggur fram sína analytisku tilgongd til venjing við dátum.
Uppsamlandi kjak og spurningar
Málbólkurin er lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttasambond, ítróttafeløg, fakfólk, foreldur og onnur áhugað.
Neyvari skrá sæst her.
Tað er Fróðskaparsetur Føroya og Ítróttasamband Føroya, sum saman skipa fyri hesi árligu ráðstevnu.
Endamálið er at deila og økja um vitanina um ítrótt og rørslu í Føroyum.
Kostnaður 95 kr.
Vit bjóða morgunátbi við kaffi/te og miðmála.
Deil tiltakið
Fyriskipari
Ítróttasamband Føroya
Eystara Bryggja 30
Postsmoga 223
FO-110 Tórshavn
+298 312606
[email protected]
www.isf.fo
V-tal: 333603