Nýggjársbumban - Silent Disco, HOGNI, Danny & The Veetos
- Dagur:
- Leygardag 27. desember 2025 21:00
- Staður:
- Mentanarhúsið í Fuglafirði
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veetos • Silent Disco
Mentanarhúsið og Etasjan í Fuglafirði bjóða aftur í ár til eitt brak av eini nýggjárskonsert leygarkvøldið 27. desember.
Á pallinum verða tveir av best dámdu bólkunum í landinum – HOGNI og Danny & The Veetos – umframt Silent Disco, sum mong kenna og elska frá G! Festivalinum.
Vit lova eitt kvøld við veitslulagi, hugna og góðum fólki.
HOGNI hevur sín topptrimmaða bólk við:
– Jan Rúni Poulsen (trummur)
– Knút Háberg Eysturstein (ljómboð)
– Høgni Lisberg (guitar og sang)
Danny & The Veetos:
– Rúni Hentze (trompet)
– Fríði Bjarkhamar (trummur)
– Símun Dam (ljómborð)
– Danny Baldursson (sang og guitar)
Silent Disco:
– Tríggir plátuvendarar syrgja fyri teimum trimum Silent Disco-rásunum – so tú kanst velja júst títt egna dansigólvs-stev alt kvøldið. “Noregsmenn, dansið væl í stillum!”
Men tað er ikki alt.
Villiam Soo Joensen:
– Føroya besti ljósmaður, Villiam Soo Joensen syrgir fyri at ljósini og diskostemningurin er í topp!
Vit gleða okkum at síggja bæði ung og gomul til nýggjársbumbuna. Betri háttur at hátíðarhalda farandi árið og heilsa tí nýggja vælkomnum finst ikki.
Dyrnar lata upp kl. 21:00, og konsertin byrjar kl. 22:00.
GG: Ørly-børd tilboð, galdandi til mánakvøldið 8. desember á midnátt, spar 100 kr.
Prísur við dyrnar: 395 kr
PS: Bumban er ein frálík jólagáva – ella mandlugáva!
Deil tiltakið
Fyriskipari
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo
V-tal: 339490