Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2026
- Dagur:
- Leygardag 3. januar 2026 11:00
- Staður:
- Roysnið
Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2026 verður runnið leygardagin 3. januar 2026.
Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Kappingin er fyrsta umfar av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon í 2026”.
Runnið verður av Skála og á Eystara arm á Skálafjørðinum. Nærri verður kunnað um endaligu rutuna í næstum.
Tey, ið eru yvir 16 ár (fødd í 2009 ella fyrr), eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:
-Menn & Kvinnur (1981-2009)
-Menn & kvinnur veteranar (1971-1980)
-Menn & kvinnur superveteranar (1961-1970)
-Menn & kvinnur ultraveteranar (1961-1970)
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini. Luttøkugjaldið er 150 kr.
Tá komið er á mál verður drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.
Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku.
Deil tiltakið
Fyriskipari
Roysnið
Hjallavegur 36
FO-600 Saltangará
Telefon +298 221226
[email protected]
www.roysnid.fo
V-tal: 475726