Frum - útgávukonsert í Perluni

Dagur:
Leygardag 15. november 2025 21:00
Staður:
Perlan
KEYP

Fríggjakvøldið 15. november bjóðar Frum til útgávukonsert í Perluni, í sambandi við komandi útgávuna Íða – hennara fyrstu útgávu á føroyskum.

Á Íða hevur Frum fingið við sær eina imponerandi røð av føroyskum listafólkum, sum hvør í sínum lagi gevur plátuni serliga dýpd og litføri. Hesi eru: Beinir Bergson, Jazzygold, Lea Kampmann, gówa, Marius Ziska, Dania O. Tausen, Marianna Winter, Elinborg og Anna Katrin Egilstrøð. Á konsertini fer Frum at framføra nýggju løgini saman við nøkrum av gestasangarunum, sum hava luttikið á útgávuni.

Tónleikurin hjá Frum er kensluborin og atmosferiskur, saman við sermerktu samansetingini av elektroniskum og organisktum ljóði. Í Perluni verður høvið at uppliva hetta í einum nærverandi og vøkrum konsertumhvørvi, har ljóð og ljós fara at mynda eitt poetiskt og fangandi rúm.

Íða er ein listarlig ferð gjøgnum náttúru, kenslur og føroyska málið – eitt stig inn í ein nýggjan ljóðheim hjá Frum, har hon sameinir sið og nútíð á sín egna, innilukkaða hátt.

Deil tiltakið

Frum - útgávukonsert í Perluni

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/