Fljóðljóð í Hátúni
- Dagur:
- Hósdag 27. november 2025 19:00
- Staður:
- Hátún, Landavegur 84, Tórshavn
27.november fer kvinnukórið Fljóðljóð at hava konsert í Hátúni.
Kórið hevur nøkur ár á baki, men hevur í ár fingið nýggjan kórleiðara, Ásbjørn Berthelsen.
Við nýggjari leiðslu hevur kórið broytt stíl og lagt á ein nakað meir rútmiskan bógv.
Fljóðljóð fer millum annað at frumframføra ikki færri enn 3 nýggjar kórútsetingar av kendum føroyskum sangum. Sólskinsvísa hjá Finni Koba og Høgna Fagraberg, Um songartíð hjá Martin Joensen og kenda barnsangin Lítla Elsa.
Nøkur av løgunum, sum vit áður kenna við Fljóðljóði vera sjálvandi eisini við.
Gestakór
Við á konsertini verður eisini eitt ungdómsgentukór hjá Tórshavnar musikkskúla.
Hesar fara bæði at syngja nakrar sangir einsamallar og saman við Fljóðljóði.
Konsertin verður í Hátúni hóskvøldið 27. november klokkan 19.00. Kostnaður er 100,-
Deil tiltakið
Fyriskipari
Fljóðljóð
Undir Torvbrekku 20
490 Strendur
222401
[email protected]
V-tal: 667501