Jólakonsert við Suð

Dagur:
Hósdag 27. november 2025 20:00
Staður:
Listasavnið á Sandi
KEYP

Hóskvøldið 27. nov. kl. 20:00 fer Suð at hava jólakonsert í Listasavninum á Sandi.

Suð er kvinnukór í Klaksvík, sum hevur sungið undir leiðslu av Steinvør Fonn síðani aug. 2002. Hetta verður fyrstu ferð, at tær fara at syngja á Sandoynni. Annars hava tær sungið runt um í Føroyum og uttanlands.

Tær fara at syngja eina fjølbroytta skrá við kendum jólasangum, nøkrum gospelsangum, nøkrum smáum klassiskum satsum o.a. Við sær hava tær Pætur við Keldu, sum fer at hava klaverfylgispæl til nakrar av sangunum og Tóra við Keldu og Erla Mortensen vera solistar. Konsertin verður umleið ein tíma uttan steðg. – Kom og njót eina hugnaliga og friðsæla løtu í myrku tíðini.

Deil tiltakið

Jólakonsert við Suð

Fyriskipari

Listasavnið á Sandi
Áarbøur 11
210 Sandur
Telefon +298 761010
[email protected]
V-tal: 575704