Stanley Samuelsen - Ein livandi legenda á palli

Dagur:
Leygardag 15. november 2025 20:00
Staður:
Aulan í Finsen
KEYP

Við síni kendu rødd og framúr gittarspæli bjóðar Stanley Samuelsen til eina konsert, sum rakar beint í hjartað. Ein løta við nærveru, søgum og sangum, sum hava fylgt okkum í fleiri ættarlið.

Stanley er ein av svervektarunum innan føroyskan tónleik. Hann er føddur í Fuglafirði, men hevur verið búsitandi í Danmark seinastu 55 árini.

Hann hevur spælt óteljandi konsertir, tulkað Janus Djurhuus og skrivað løg, ið hava sett seg føst í føroysku sálina. Hóast Stanley nú livir við Alzheimers, heldur hann fram at spæla og syngja við somu lívsgleði sum altíð.

- Eg haldi á so leingi eg kann - og so leingi, nakar vil lurta, sigur Stanley.

Í oktober útgav hann nýggja LP og fløgu kallað Sólskin, sum er eftir yrkinini Solskin hjá Williami Heinesen. Og samstundis útgav hann eisini bókina “Stanley”, skrivaða av Hilmari Jan Hansen – ein rørandi frásøgn um tónleikin, lívið og minnini, sum hava myndað hann. Bókin kann keypast á staðnum

Ein konsert við Stanley er meira enn tónleikur. Hon er ein ferð ígjøgnum lívið, við hjarta, nærleika og sangi, sum fær fólk at koma hvørjum øðrum við.

Deil tiltakið

Stanley Samuelsen - Ein livandi legenda á palli

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/