JÓLASOUL (jólakonsert)

við Marionnu Winter, Daniu O. Tausen, Jazzygold, Gówa, Katrinu Olsen og Sway
Dagur:
Fríggjadag 19. desember 2025 19:00
Staður:
Reinsaríið
KEYP

EINGIN JÓL UTTAN JÓLASOUL

Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tær framføra egnar útsetingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norðurlendskum og enskum, útseta tónleikin, týða tekstir, og gera egnar kórútsetingar.

Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth), Vinjar Egilsnes Petersen (klaver, synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftaná hvørja konsert hevur verið, at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.


"Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki." - Svanna Jákupsdóttir (Ummæli)


"Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum." - Birgir Kruse (Ummæli)


Hoyr Jólasoul HER

Hoyr sangarinnurnar tosa um plátuna í LEITISSTEIN

Aðrar dagfestingar:


við Marionnu Winter, Daniu O. Tausen, Jazzygold, Gówa, Katrinu Olsen og Sway
Dagur:
Fríggjadag 19. desember 2025 22:00
Staður:
Reinsaríið

við Marionnu Winter, Daniu O. Tausen, Jazzygold, Gówa, Katrinu Olsen og Sway
Dagur:
Leygardag 20. desember 2025 19:00
Staður:
Reinsaríið

Deil tiltakið

JÓLASOUL (jólakonsert)

Fyriskipari

Marianna
Tórshavn
100 Tórshavn
282107
[email protected]