rökkvi - jubileumskonsert

Dagur:
í Mentanarhúsinum 28. februar kl 20
KEYP

RÖKKVI – 10 ÁR SÍÐANI WHERE IS THE SUN

Tíggju ár eru liðin, síðani Røkkvi (Rógvi Odvørson) gav út sítt fyrsta verk – fløguna Where Is The Sun. Hetta var byrjanin til eina tónleikaliga ferð, sum hevur ført hann á pallar kring landið og út um landoddarnar, og givið honum eitt fast pláss í hjørtunum hjá áhoyrarunum.

Nú verður hendan ferðin hátíðarhildin við einari jubileumskonsert, har løgini frá Where Is The Sun - og eisini nýggjari løg - verða framførd á ein livandi hátt.

Á pallinum verður Røkkvi saman við nøkrum av okkara mest royndu og virðismettu tónleikarum – Hans Poulsen á klaveri, Josva Debes á trummum, Leivur Vitalis á bassi, Ólavur Olsen á horni og Aron Poulsen og Jón Mørkøre á gittarum.

Eisini fáa vit vitjan av trimum gestasangarum í serflokki: Guðrun Sólja Jacobsen, Jens Marni Hansen og Róin Siggertsson, umframt dóttir Rógva, Sara Björt Rógvadóttir á Lakjuni.

Hetta verður eitt kvøld, har vit leita aftur til Where Is The Sun – og fagna teimum tíggju árinunum, sum hava myndað Røkkva og hansara tónleik.

Røkkvi – 10 ára jubileumskonsert
Leyg. 28. Februar 2026 kl 20
Mentanarhúsið í Fuglafirði


Atgongumerki.fo

Keyp áðrenn jól fyri 195 (pluss avgjald.

Aftaná jól 245 (pluss avgjald)

Við dyrnar 275.

Deil tiltakið

rökkvi - jubileumskonsert

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo
V-tal: 339490