Kom og syng við - Tey av Kamarinum

Tey av Kamarinum til HEIÐURS
Dagur:
Kom og syng við 15. november kl21
Staður:
Irish Pub Tórshavn

Syng við til Tey av Kamarinum í IRISH Pub

Leygarkvøldið 15. november kl.21:00 heiðra vit Tey av Kamarinum.

Eitt hugnalig og serligt kvøld við livandi guitartónleiki, hugleiðingum og góðum stemningi.

Tónleikarar hetta kvøldið verða á guitara Jan Grønalíð og Terji Krossteig og tey sum syngja fyri eru Theresa Abrahamsen og Sæbjørn Johannesen.

Set tíð av hetta kvøldið og Kom og syng við! Tak vinir og familju við tá vit syngja kendu og elskaðu løgini hjá Teimum av Kamarinum.

Um onkur hevur hug at framføra ein sang hjá Teimum á Kamarinum hetta kvøldið so er hetta møguligt! 

Setið tykkum í samband við okkum áðrenn tiltakið byrjar á [email protected] 

Avmarkað atgongd er fyri at tryggja at gott pláss er til tey sum koma. 



Deil tiltakið

Kom og syng við - Tey av Kamarinum

Fyriskipari

Hugmynd
J. Paturssonargøta 26
FO-100 Tórshavn
+298 227055
[email protected]
www.hugmynd.info
V-tal: 547060