Rupert Marshall-Luck – Ein meistari við violinini

Dagur:
Týsdag 12. august 2025 19:30
Staður:
Aulan í Finsen
KEYP

Við serligum evnum og innliving á violinini, ið bæði áhoyrarar og ummælarar hava róst uppum skíggja, hevur Rupert Marshall-Luck staðið á palli sum solistur á teimum størstu festivalunum og tónleikapallunum í Bretlandi. Somuleiðis hevur hann spælt í Fraklandi, Týsklandi, Niðurlondum, Írlandi, Svøríki, Sveis, Suðurafrika og USA.

Hansara framførslur eru ein samanrenning av intelligensi, poetiskari nærveru og tónlistarligari megi. Tí er tað heldur ikki óvanligt, at útvarpsrásir kring allan heimin velja at senda solospælið hjá honum.

Hansara tónleikur hevur fingið knasandi góð ummæli frá m.a. BBC Music Magazine, Gramophone, Fanfare, The Strad, MusicWeb International og Classica. Felagsnevnarin er, at øll rósa tey hansara dýpd og listarliga integriteti.

Rupert Marshall-Luck er ikki bara ein violinleikari, hann er ein tónleikaforteljari, ið megnar at røkka langt inn í hjarta og sinn hjá fólki.

Deil tiltakið

Rupert Marshall-Luck – Ein meistari við violinini

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/