Føroya størsta jólaborðhald
- Dagur:
- Leygardagin 29. november kl. 18.00 2025
- Staður:
- við Tjarnir
Hvussu stórt kann eitt jólaborðhald vera?
Svarið finna vit 29. november, tá Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir, og tað verður øgiliga stórt!
Frá løtuni, tá tú kemur inn gjøgnum dyrnar og fær kaldar boblur í glasið, verður lagt upp til ársins veitslu.
Vit bjóða eina trírættaða matskrá frá Hotel Brandan, nógv gott í glasið, Føroya besta undirhald, skemt, tónleik, felagssang og eitt risa dansigólv við túsundavís at veitsluhugaðum føroyingum. Alt í Føroya størstu veitsluhøll, hetta er uppskriftin til kanska besta jólaborðhald nakrantíð.
Um tit eru eitt arbeiðspláss, ein bindiklubbi, eitt fótbóltslið ella ein tónleikabólkur, ella um tú ert bara tú, so verður hetta veitslan, ið øll mugu uppliva.
Skunda tær, at tryggja tær og tínum atgongumerki á atgongumerki.fo, so er bara eftir at pussa dansiskógvarnar og byrja at gleða seg.
Fyritøka ella størri bólkar
Fyritøkur ella størri bólkar kunnu bíleggja umvegis [email protected].
Eisini hava tit møguleika at bíleggja aðrar drykkivørður til borðhaldið, ella egin høli.
Matskrá
Brellbitar við boblum
3 rættað jólamatskrá frá Hotel Brandan við drekkivørum undir borðhaldinum
Kaffe/te og Avec
Skrá
KL. 18.00 – Dyrnar lata upp
KL. 18.40 – Seating
KL. 19.00 – Startskot
KL. 23.45 – Borðhald endar
KL. 23.45 – Dansur byrjar í Føroya Størsta náttklubba
Við fyrivarni fyri broytingum í skrá.
18 ára aldursmark.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Epiclive
100 Tórshavn
343800
[email protected]
www.epiclive.fo
V-tal: 659754