LIVANDI VARMAKELDA 05. juli 2025

Stór varmakeldukonsert í Mentanarhúsinum
Dagur:
Leygardag 5. juli 2025
Staður:
Mentanarhúsið í Fuglafirði
KEYP

LIVANDI VARMAKELDA

🌞 5. juli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði – eitt summartiltak við tónleiki, lívi og samanhaldi.

🎉 Vit seta fyrstu atgongumerkini til ein serprís – 395 kr!
👉 KEYP NÚ OG SPAR 200 KR

21KNMADRENALINEKIM HANSEN við bólkiJENS MARNI HANSEN við bólkiINGI POULSEN duoDJ ANTONY CHARLESTUNGHOYRTGUÐNÝ EMILÍANA & HELGI TÓRSHAMAR (IS)

📅 5. juli 2025
📍 Mentanarhúsið í Fuglafirði

UM LIVANDI VARMAKELDU

Eitt nýtt tónleikatiltak sær ljósið fyri fyrstu ferð. Livandi Varmakeldu verður eftir ætlan eitt afturvendandi iltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári.

Varmakelda er ein av elstu stevnunum í Føroyum, og hevur rót langt aftur í forna tíð, tá ið keldan varð hildin at hava lekjandi kraft, har fólk komu saman við kelduna til dans og annan felagsskap.

Síðani 1952 hevur varmakelda verið hildin sum ein av bygdarstevnunum við kappróðri og øðrum til gamans og álvara.

Hóast fleiri av stevnunum eru fánaðar munandi ella viknandi munandi, livir varmakeldan enn - og nú skal nýtt lív blásast í hesa siðvenju við tiltakinum, Livandi Varmakelda, sum verður hildið á fyrsta sinni leygarkvøldið 5. juli 2025.


Karmar

Allar konsertirnar verða í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar.

Fyrsta framførslan byrjar kl. 19.00 og tiltakið endar um náttina kl. 03.45. Í hesum tíðarskeiði fara 8 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi.

Tónleikurin 2025

21KNM
Adrenaline

Kim Hansen v/bólki

Jens Marni Hansen v/ bólki

Ingi Poulsen duo

DJ Antony Charles

Tunghoyrt

Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar (úr Íslandi)

Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.


Atgongumerki


Tað eru bert góð 500 atgongumerki sett til sølu.

Tey fyrstu 100 fáast fyri serprís: 395 kr (bert fá eftir).

Síðani fer prísurin upp á 495 kr.

Á degnum fer prísurin upp á 595 kr.


Framtíðin

Endamálið er at byggja eitt afturvendandi tiltak upp næstu árini. Mentanarhúsið og økið kring húsið eru framúr góðir karmar til slík tiltøk. Verður undirtøkan góð, so eru útlitini fyri at Livandi Varmakeldu verður ein fastur og livandi partur av føroyska tónleikasummarinum bjørt.


Fyriskipararnir

Livandi Varmakelda verður fyriskipað í tøttum samstarvi millum eigararnar av skeinkistaðnum Etasjan og Mentanarhúsið.


Eru spurningar um eitthvørt, set teg so í samband við:

Ólav Larsen (etasjan) á tel. 504444 / t-post [email protected]


Jón Tyril (Mentanarhúsið) á tel. 238070 / t-post [email protected]


Etasjan og Mentanarhúsið

Deil tiltakið

LIVANDI VARMAKELDA 05. juli 2025

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo
V-tal: 339490